Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.01.2024 08:16

Víkingur Reykjavík eru komnir væl í gongd í 2024

Leirvíkingurin í íslendska meistarafelaganum Víkingi Reykjavík, Gunnar Vatnhamar, leikti allar 90 minuttirnar ímóti Leiknir í gjárskvøldið.

Hetta var seinasti dystur í bólki A í Reykjavíkarmótið, sum er ein av kappingunum sum verður leikt í íslendskum fótbólti, áðrenn sjálv landskappingin byrjar seinni í ár.

Víkingur Reykjavík vann dystin 2-1.

Hetta var fjórði dysturin hjá Víkingi Reykjavík í hesi kappingini, men fyri Gunnar Vatnhamar var hetta hansara næsti dystur í ár.

Síðsta leygardag var hann við frá byrjan, tá ið lið hansara, í somu kapping vann 4-0 ímóti Fjølnir í Reykjavíkshøllini, har hann fekk teir fyrstu 45 minuttir í beinini.

Víkingur Reykjavík vann allar dystirnar í A bólkinum og endaði á 12 stigum.