Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.04.2023 22:39

Víkingur og HB samdust um eitt stig í part

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen (Savnsmynd)

Í kvøld møttust HB og Víkingur fyri aðru ferð innan fáar dagar. Fyrsti dysturin, sum var leiktur fríggjakvøldið í steypakappingini endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð, meðan HB fekk mál í longdu leiktíðini og fór tiskil víðari í kappingini.

Í kvøld, møttust so liðini aftur, hesuferð í Gundadali. Og aftur hesuferð “samdust” liðini um ein javnleik. Men tað vóru nokk hvørgan av liðunum nøgd við. Hvørki HB, sum hevur lagt nógv fyri at nærkast KÍ hetta kappingarárið og vil vera ein FM-biðil, ella Víkingur sum í løtuni, ikki kann roknast meira sum ein av avbjóðarunum til FM í 2023.

Málið hjá Víkingi skeyt verjuleikarin Bergur Gregersen 56 minutti, eftir at HB hevði lagt seg frammum í fyrra hálvleiki. Dysturin kundi nokk farið báðar vegir. Bæði liðini løgdu nógv fyri og høvdu góðar møguleikar at skotið meira enn eitt mál í part. Merkisvert var tildømis, at Víkingur sum útilið og kanska eisini ein “underdog” hevði heili 13 hornaspørk á útivølli ímóti einum, á pappírinum, sterkum HB-liðið.

HB er liggur í løtuni á 2.plássi við 14 stigum, meðan Víkingur er á 4. plássi við 8 stigum.

Komandi dystur hjá Víkingi er sunnudagin 30. apríl í Sarpugerði ímóti EB/Streymi.