Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2024 09:32

Víkingur nýtt oddalið

Eftir níggju umfør er Víkingur nýtt oddalið í Betrideildini hjá kvinnum - Mynd: Sverri Egholm (savnsmynd)

Fótbóltssamband Føroya

Við einum trivaligum sigri á FC Hoyvík, samstundis sum NSÍ vann á KÍ, hevur Víkingur nú lagt seg á odda í Betrideildini hjá kvinnum.

Tað er okkurt, ið bendir á, at tað fer at vera rættuliga trongligt millum fremstu liðini í Betrideildini hjá kvinnum, tá føroyameistaraheitið skal avgerast í heyst.

Nú níggju umfør eru spæld í grundspælinum, er Víkingur fremst við 23 stigum, meðan KÍ og NSÍ hava ávikavist 22 og 20 stig. Nummar 4 er HB við 16 stigum.

Fult umfar hevur verið á skránni um vikuskiftið. Í Runavík vann NSÍ 1-0 á KÍ, í Gundadali vann HB 8-1 á Skála, og í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur 12-0 á FC Hoyvík. Fjórði dysturin var eisini í Gundadali, har B36 og TB/FCS/Royn spældu javnleik 1-1.

Stigatalvan og leikskráin: Betrideildin kvinnur