Víkingur boðar frá í kvøld, at felagið hevur longt við høvuðsvenjarin Jóhan Petur Poulsen við trimum árum.
Tað var annars tann 1. september í 2020 at Jóhan Petur Poulsen byrjaði í starvinum sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá Víkingi.
Felagið skrivar m.a. soleiðis:
-At Jóhan Petur hevur átt ein stóran lut í at felagið er komið hartil, sum tað er í dag, er tað nokk eingin, ið ivast í.
-Vit hava m.a. framt eitt flott ættarliðsskifti við egnum leikarum, framleitt fleiri landsliðsleikarar, selt fleiri leikarar til útlondini og spælt okkum til evropeiskan fótbólt aftur. Mest umráðandi av øllum, so blomstrar felagsskapurin, og vit eiga eitt felag við góðum støðufesti og stuðli úr nærumhvørvinum.
-Hóast umstøðurnar í byrjanini av hesum kappingarárinum sóu avbjóðandi út, so hava vit enn einaferð víst, at hart arbeiði gevur úrslit.
-Vit eiga nógv fólk í Víkingi, ið hvørja viku gera eitt kempi arbeiði, fyri at okkara felag virkar sum tað ger, men tað er serliga ein, ið eigir stórt rós fyri, at vit eru komin hartil, ið vit eru í dag.
–Hart arbeiðandi, nærlagdur, seriøsur, og so hevur hann eitt ljósablátt hjartað, ið brennur fyri menningini í øllum pørtum av felagnum.