Kappróðrarfelagið Tindur
Kappróðrarfelagið Tindur hevur gjørt sáttmála við Hjalmar Zachariassen, sum skal standa á odda fyri venjingunum hjá felagnum komandi kappingarár.
Hjalmar Zachariassen er royndur maður innan kappróður og hevur í nógv ár verið virkin í føroyskum kappróðri. Við sínum drúgvu royndum sum rógvari skal sundamaðurin nú vera við til at menna manningarnar hjá Tindi og leggja lunnar undir eitt gott kappingarár.
Formaðurin í Tindi, John Høgnesen, er væl nøgdur við nýggja samstarvið
– Vit eru sera fegin um at hava fingið Hjalmar sum venjara. Hann hevur drúgvar royndir innan kappróður, og vit hava góðar vónir um samstarvið. Vit vilja halda fram við at menna felagið og skapa góðar fortreytir fyri, at okkara manningar kunnu gera seg galdandi í kappingini um heiðursmerkini, sigur John Høgnesen.
Nú nýggja venjingarhølið í Norðragøtu er tikið í brúk, hevur felagið eisini fingið framúr góðar umstøður at arbeiða undir. Við væl útgjørdum venjingarhølum og nýggjum venjara sær Tindur við spenningi fram til komandi kappingarár.