Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.07.2024 08:52

Víkingur í Evropa: DystardagurTrupul uppgáva bíðar

Tað er í kvøld at Víkingur skal í eldin niðri í Belgia har ein trupul uppgáva bíðar teimum. Mótstøðuliðið er KAA Gent sum er eitt av betru liðunum í Belgisku deildini, Jupiler Pro League.

Hjálparvenjarin hjá Víkingi, Ólavur Mikkelsen, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at teir vænta sera harða mótstøðu í kvøld.

“Vit møta einum liðið, ið spælir evropeiskt bólkaspæl á hvørjum árið. Teir eru dugnaligir á bóltinum og trýsta høgt uppi á vøllinum uttan bólt. Vit vænta at vit koma at verja stórar partar av dystinum.”

Hópurin hjá Víkingi fór úr Føroyum mánakvøldið og hava teir vant saman nakrar ferðir síðani teir komu til Belgia. Hópurin hevur síðani verið samlaðir á Radisson hotellinum í Brugge har seinastu fyrireikingingarnar til torføru uppgávuna eru gjørdar.

“Vit hava roynt at fyrireikað okkum so væl sum vit kunnu, ímun til at verja fyri tí sum teir koma við. Tað hevur eisini týdning at vit hava dirvi til at verða á bóltinum sjálvir, soleidis at vit eisini geva teimum okkurt at hugsavna seg um í hinum endanum av vøllinum”.

Til vónirnir til sjálvan dystin og um møguleiki er fyri at fáa eitt gott úrslit heim við til Føroyar, sigur Ólavur soleiðis: 

“Trupul uppgáva, men alt letur seg gera”.

Dysturin í kvøld byrjar kl. 19.00 føroyska tíð (20.00 lokala tíð) og verður stroymdur. Leinkja til dystin sæst her: https://solidsport.com/kaa-gent

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:

Eysturkommuna

Stoyp Sp/f

TN Bygging