Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.07.2024 09:44

Víkingur í Evropa: Dystardagur

Tað er í kvøld at teir ljósabláu úr Víkingi skulu í eldin niðri í Liepāja í Letlandi í fyrra dystinum í Conference League.

Vinnarin av fyrsta umfarið fer víðari og skal møta KAA Gent úr Belgia.

Í gjár vóru 30 hitastig og klárur himmal í Liepāja. Í dag er veðrið nakað øðrvísi. Hitin liggur um 20-22 hitastig. Tað hevur regna og toran hevur gingið. Veðurforsøgnin sigur regn nakað av degnum, men um 4-5 tíðina lokala tíð fer at slíta í.

Umstøðurnar eru góðar og úr víkingarleguni skilst, at mest sum allir mans eru tøkir og at menn eru klárir til dagsins dyst.

Á Hotel Amrita halda teir gott 40 víkingaáskoðarnir til. Ætlanin er at hava felags upphiting nakar tímar áðrenn dysturin byrjar. Hýrurin er góður og fólk hava hugna sær óført í býnum “har vindur verður føddur“. Hóast tað, løgið nokk, mest sum eingin vindur hevur verið meðan ferðalagið hevur verið her.

Sjálvur dysturin verður leiktur á Daugava Stadion her í Liepāja, sum tekur uml. 4000 áskoðarar.

Sjálvur dysturin byrjar kl. 18.00 lokala tíð (sum er kl. 16.00 føroyska tíð)

Dysturin kann stroymast her: Tiešraide: FK Liepāja – Víkingur (FRO) UEFA Konferences līgas kvalifikācijas 1. kārtas 1. spēle – Sportacentrs TV – Sportacentrs.com

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:

Eysturkommuna

ETV – Sp/f El-Talvuvirkið

Autolakkering

Stoyp Sp/f

TN Bygging

Kontek Sp/f

Víkingur