Í kvøld kl. 18.00 verður seinni dysturin í Conference League bríkslaður í gongd millum Víking og Stjarnan FC úr Íslandi.
Veðurforsøgnin sigur sera lítlan vind, lítið lot vestan, minni enn 5 m/s og hitastigini fara at liggja millum 15-17 stig.
Fyrri dysturin endaði 3-1 til íslendska liðið. Tað var annars Víkingur sum legði seg á odda í dystinum við frálíkum málið frá Aron Benjaminsen, men íslendingar svaraðu aftur við trimum málum frá Emil Atlason.
Uppgávan er tí møtumikil, men ikki ómøgulig hjá Jóan Petur Poulsen høvuðsvenjara, sum hesuferð aftur stendur við síðulinjuna, og hansara unga víkingaliðið.
Tað er tó bert B36 av føroyskum liðum. sum hevur megna at vent gongdini og vunni seg víðari eftir at hava verið aftanfyri við 2 málum eftir fyrra dystin. Tað var í 2022, tá ið teur basti Banja Luka úr Bosnia.
Í samband við dystin í kvøld í Djúpumýru, so skipar Víkingur fyri busstúri úr Eysturkommunu til Klaksvíkar og heimaftur eftir dystin.
Bussurin koyrir frá skúlanum við Gøtugjógv kl. 17.00 og steðgar við Rokoko í Norðragøtu og við kirkjuna í Leirvík.
Tilmelding fer fram við at senda eini SMS boð til Duritu á tlf. 590548!
Tað er ókeypis, men avmarkað pláss!
Atgongumerki til dystin kunnu keypast her: https://vikingur.atgongumerki.fo/…/3665194/order/info
Tað verður eingin durasøla!
Les eisini: Víkingur í Conference League: Stjarnan FC – Víkingur 3-1
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
TN Bygging
Stórbilar
TJ Smíð
PRG
Sp/f Stoyp
P/F Varðin
