Mennirnir hjá Víkingi vunnu í kvøld ein tryggan 4-0 sigur á einum tannleysum HB liðið í Sarpugerði, har sokallaða venjaramentor-effektin hjá havnamonnum ikki hevði nakran virknað.
Ein sigur sum ger, at Víkingur og KÍ møtast aftur í ár í finaluna um løgmanssteypið, sum verður leikt tann 5. septembur á Tórsvølli.
Málini hjá hjá Víkingi skutu Jákup Johansen (2) og Sølvi Vatnhamar (2).
Myndir: Egin Tollaksson/ Eysturoyarportalurin
































































