Mennirnir hjá Víkingi kendu ikki sína vitjunartíð, tá ið teir tóku ímóti HB í heystliga veðrinum í Sarpugerði í kvøld.
Eftir at hava lagt seg á odda 1-0 í 57 minutti, við málið frá Jørgen Nielsen og vóru á sigurkós, so mistu teir alt á stokkinum eftir stuttari løtu.
HB javnaði í 64 minutti, tá ið Heini Sørensen skeyt bóltin í málið, eftir at verjan ikki sá so trygg út hjá Víkingi.
Og síðani eydnaðist tað HB at leggja seg á odda, hesuferð við málið frá Dan í Soylu, tá ið hann í 72 minutti onkursvegna fekk bóltin seinasta pettið inn í málið, har málverjin hjá Víkingi ikki orduliga fekk hildið bóltinum eftir hornaspark.
Og HB setti síðani seinasta seymin í kistuna hjá heimaliðnum, tá ið teir í 90 minutti skoraðu til 3-1. Tað málið skeyt Ebiye Moses. Og ein til endans fult uppiborin sigur til útiliðið úr Havn.
Úrslitið ger, at Víkingur verður standandi á 5. plássið við 33 stigum og uttanfyri Evropeisku plássini, meðan HB klatrar uppá 3. pláss, nú við 37 stigum. Bæði liðini hava nú leikt 21 dystir.
Myndir: Árni Øregaard/Eysturoyarportalurin































































