Víkingur vann í kvøld 4-1 ímóti meistaraliðnum úr Klaksvík, frammani fyri einari fjøld av fólki sum hevði leita sær í Sarpugerð í øllum kuldanum.
Teir ljósabláu hevur higartil í ár vunnið allar venjingardystirnar og hava víst veruligan stórform. Og í kvøld var sum so einki undantak. Uttan tveir av nokk mest kreativu leikararunum, Sølva Vatnhamar og Olaf Bárðarson, vunnu teir ein uppibornan sigur.
Málini hjá Víkingi skutu: Ingi Jonhardsson (2), Poul Kallsberg og Rani Hansen. Málið hjá KÍ skeyt Páll Klettskarð.
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Geza Turi, Aron J. Ellingsgaard, Árni Nóa Gregersen – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Poul Kallsberg
KÍ: Ari í H. Petersen – Jóannes K. Danielsen, Símun Kalsø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Jákup B. Andreasen, Dan í Soylu, René S. Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Mads B. Mikkelsen
Deil á Facebook