Dysturin í Meistaradeildini hjá monnum millum Víking og B36 í Sarpugerði í kvøld endaði við javnleiki 0-0. Hóast nokk av møguleikum, so eydnaðist tað hvørgan av liðunum at fáa bóltin í málið.
Víkingur er nú nummar 5 við 33 stigum, meðan B36 er á 3. plássið við 34 stigum. Bæði hava nú leikt ein dyst meira enn hini liðini.
Myndir: Turf Roof Productions/Eysturoyarportalurin























































