Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2026 17:53

Víkingaleikarnir heilsaðu uppá sínar fjepparar áðrenn finaluna (Myndarøð)

Mynd: Hans Kristian Hansen/Eysturoyarportalurin

Víkingur skipaði fyri felags upphiting í Sarpugerði frá kl. 14 til kl. 17 í dag.

Nógv fólk – bæði ung og eldri, var møtt upp, øll klødd í ljósabláum, har felagið bjóðaði ókeypis pitsa og annað gott til góman.

Og kl. 17 løgdu so víkigarleikararnir leiðina framvið at heilsa uppá sínar fjepparar, áðrenn teir síðani fóru víðari til Havnar og á Tórsvøll har finalan verður bríksla í gongd nú kl. 19.00.

Myndir: Hans Kristian Hansen/Eysturoyarportalurin