Kvinnurnar hjá Víkingi eru í ársins steypafinalu eftir ein knúsandi 9-0 sigur samanlagt ímóti B36.
Fyrru hálvfinaluna vann Víkingur 4-0 í Havn, og í gjár gjørdi tær arbeiðið liðugt, tá ið liðini møttust í seinnu hálvfinaluni í Sarpugerði har tær ljósabláu vunnu heili 5-0. Sostatt ein samlaðan sigur á heili 9-0.
Kvinnuliðið í Eysturkommunu hevur tískil vunni seg á fyrsta sinni í steypafinaluna hjá kvinnum.
Stóri leikarin í gjár, Jensa Tórolvsdóttir, skoraði trý mál, meðan Mona Rasmusdóttir og Rakul Sørensen skutu hini bæði málini.
Mótstøðuliðið hjá Víkingi í finaluni verður antin NSÍ ella HB. NSÍ vann fyrru hálvfinaluna heili 5-1. Seinna hálvfinalan teirra millum verður leikt tann 26. September.
Sjálv finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður leikt á Tórsvølli tann 5. oktober.