Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2026 20:46

NSÍ sett Kevin Knappen sum nýggjan høvuðsvenjara

Mynd: NSÍ

NSÍ skrivar:

NSÍ hevur sett 49 ára gamla norðmannin Kevin Knappen sum nýggjan høvuðsvenjara hjá besta mansliðnum. Hann hevur undirskrivað ein 2 ára sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárini 2027 og 2028.

Kevin Knappen er ein royndur og vælútbúgvin venjari við UEFA Pro Licence og drúgvum royndum úr norskum fótbólti.

Í venjarayrki sínum hevur hann millum annað staðið á odda fyri Elverum, Brumunddal, HamKam, Hødd og Bryne FK.

Knappen hevur fleiri ferðir prógvað síni evni at byggja upp sterk lið og skapa góð úrslit. Hann hevur millum annað staðið á odda fyri HamKam, tá ið felagið flutti upp í OBOS-ligaen í 2017, og fyri Hødd, sum vann sína deild í 2021.

Serliga merkisvert er arbeiðið hjá honum í Bryne FK, har hann í 2024 førdi felagið upp í bestu norsku deildina, Eliteserien, fyri fyrstu ferð í 21 ár. Fyri hetta avrik varð hann eisini kosin ársins venjari í OBOS-ligaen í 2024.

Sum venjari er Kevin Knappen kendur fyri sín álopssinnaða fótbólt, høga trýstið og ein sterkan liðanda. Hann leggur stóran dent á arbeiðssemi, felagsskap og eina greiða taktiska ætlan.

Við Kevin Knappen á odda fer NSÍ nú undir ein nýggjan kapittul. Eftir eitt søguligt kappingarár í 2026, har felagið vann føroyameistaraheitið og skrivaði søgu í evropeiskum fótbólti, eru málini framvegis høg.

NSÍ fegnast um at hava fingið ein venjara við so drúgvum royndum og góðum úrslitum til felagið. Við einum 2 ára sáttmála er grundarlag lagt fyri at menna liðið víðari og byggja oman á góðu úrslitini frá 2026.

Vit ynskja Kevin hjartaliga vælkomnan til Runavíkar og bestu eydnu við arbeiðinum við Løkin.

Vælkomin til NSÍ, Kevin!

Spjaldur