Í morgun byrjaði arbeiðið at taka gomlu brúnna við Stórá, sum hevur verið koyrivegur millum Hvalvík og Streymnes, niður. Tað er Malltek úr Klaksvík sum stendur fyri arbeiðinum.
Farleiðin um Stórá er aldargomul, og varð fyrsta brúgvin bygd um ánna í 1920’unum. Nýggjari brúgv varð síðan bygd miðskeiðis í 1950’unum, og tað er hendan brúgvin sum nú verður tikin niður, og nýggj brúgv bygd um Stórá.
Arbeiðið við at gera nýggja brúgv millum Hvalvík og Streymnes verður væntandi liðugt í oktobur/novembur 2024, sigur Sunda Kommuna.
Deil á Facebook