Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2023 17:47

Verjuskansin fingið tveir dystir leikbann

Mynd: Eysturoyarportalurin

Nú er greitt, at verjuskansin og veteranurin hjá Víkingi, Atli Gregersen, hevur fingið tveir dystir leikbann fyri reyða kortið hann fekk í móti KÍ seinasta sunnudag. Tað var dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen sum metti, at Atli skuldi hava seinna gula kortið fyri kjaftaslit. Nú er so greitt, at dómarin hevur mett útsøgnini frá Atla, at vera “sera ljótan málburð móti dómaranum”, at tað skal geva ein dag eyka leikbann.

Fyrra gula kortið í dystinum, fekk Atli fyri ein sokallað professionelt fríspark ímóti einum áleypara hjá KÍ.

Atli kemur tískil at sita yvir báðar dystirnar, sum Víkingur hevur ímóti HB í næstum. Tann fyrri er í steypakappingin nú fríggjadagin 21. apríl, meðan tann seinni er í landskappingini.

Dysturin millum HB og Víking í landskappingini, sum skuldi verða leiktur 26. apríl, er nú fluttur ein dag fram til 25. apríl, flaggdagin, ístaðin. Dysturin byrjar kl. 18.00.