Fimleikasamband Føroya
Í vikuskiftinum hevur verið sera nógvur aktivitetur í fimleikasambandinum. Tveir nýggir landsliðsvenjarar eru settir, og er hetta liðurin í einum nýggjum leisti, sum fimleikasambandið roynir. Landsliðsvenjingarnar verða skipaðar sum venjingarlegur, sum eisini verða nýttar sum grundarlag fyri úttøkum til altjóða kappingarnar. Tann fyrsta legan hevur verið hetta vikuskiftið, har nøkur og 40 fólk luttóku. Høvuðsaðalmálið er at stimbra um føroyska amboðsfimleikin og at menna føroyska venjarahópin. Venjarar frá øllum feløgunum luttóku.
Nýggju venjararnir hjá okkara landsliði, Andreas Peter Bøgebo, sum eisini er høvuðsvenjari í Greve Gymnastik og Trampolin, og Louise Brandenborg Jensen, sum eisini er høvuðsvenjari í AIG (Aalborg Idrætgymnastik).
Samstundis sum íðkararnir á landsliðnum hava vant, hava eisini tvey skeið verið fyri venjarum í breiddarfimleikinum. Tílíkt skeið hevur verið nógv eftirspurt, og luttøkan var eisini góð. Fyrra skeiðið varð hildið í fimleikahøllini á Stórheyggi og seinna skeiðið í Bylgjuni í Runavík. Skeiðið var í samstarvi við DGI, har tey luttakandi fingu íblástur til spøl og venjingar og frálæru í at uppbyggja seriur, uppstillingar, venjingar og annað.
Skeiðshaldararnir Josephine Piil og Thomas Bech Jacobsen.
Alt í alt eitt sera væl eydnað vikuskifti.
Deil á Facebook