Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.06.2026 14:59

Venjaratoymið hjá StÍF kvinnum sett

Mynd: StíF

StÍF

Vit kunnu við gleði kunngera, at StÍF hevur gjørt sáttmála við Guðrið Ellingsgaard, Poulu Dulavík Berg og Báru Nesá, sum komandi kappingarár skulu manna venjaratoymið hjá kvinnum.

Poula verður høvuðsvenjari, meðan Guðrið og Bára verða hjálparvenjarir. Tær koma at hava ábyrgd av SMS, 1. deild og G18.

Poula hevur verið partur av fremstu deild hjá kvinnum í nógv ár, har hon hevur verið eyðsæð sum strikuleikari, og ikki minst ein lyklaleikari í verjuni.

Guðrið hevur verið ein fastur partur av kvinnuliðnum síðani hon var heilt ung. Fyrst sum vongur, og seinnu árini hevur hon víst síni evnir sum bakspælari og spælskipari.

Bára kom, fyri nøkrum árum síðani, heim aftur til Strendir, eftir at hava búð niðri í eitt tíðarskeið, og bleiv skjótt aftur ein partur av hópinum, har hon varð ein av lyklaleikarunum í bakketuni.

Nakað, ið lýsir tær tríggjar, sum leikarar, er stríðsvilji og styrki, og so kenna vit tær, sum sera stuðlandi og vegleiðandi liðspælarar. Tær hava allar nógvar royndir sum leikarir, og kenna væl hópin.

Vit eru stolt av, at hava fingið eitt kvinnuligt venjaratoymið, og síggja fram til eitt spennandi kappingarár við teimum á odda

Spjaldur