Fótbóltssamband Føroya
Týsdagin 23. apríl og aftur týsdagin 30. apríl skipar FSF fyri felagstiltøkum, ið er fyri U11 og U13 venjarum. Tiltøkini vera í Fuglafirði og á Tórsvølli.
– Góð venjing í hesum aldursbólkum hevur stóran týdning fyri menningina hjá leikarunum, og tí vilja vit gera nakað eyka fyri hesar venjarar. Ígjøgnum stjørnufótbóltsskipanina fáa feløg eisini stuðul fyri at hava útbúnar venjarar í hesum aldursbólkum, og hesi tiltøk eru liður í at stuðla hesum venjarum í at fyriskipa so góða fótbóltsvenjing sum gjørligt, sigur Pætur Smith Clementsen, ið er tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Sum partur av tænastunum hjá fótbóltsdeildini hjá FSF til feløgini, verður í næstum skipað fyri felagstiltøkum fyri allar U11 og U13 venjarar hjá gentum og dreingjum.
Endamálið við tiltøkunum er at skapa íblástur til framhaldandi menning av venjingunum hjá hesum sera umráðandi aldursbólkum. Harafturat gevur tiltakið eisini tríggjar impulstímar til endurnýggjan av UEFA A- og B-venjaraprógvum.
Fyrsta tiltakið verður í Fløtugerði í Fuglafirði týsdagin 23. apríl, og tá verður tað fyri venjarum hjá B68, EB/Streymi, ÍF, KÍ, NSÍ, Skála og Víkingi.
Eina viku seinni, týsdagin 30. apríl verður tiltakið á Tórsvølli, og tá verður tað fyri venjarum hjá 07 Vestur, AB, B36, B71, FC Hoyvík, HB og MB.
Í mai mánað verður líknandi tiltak fyri feløgini í Suðuroynni.
Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, www.fsf.fo. Freistin at boða frá luttøku er 21. apríl og 28. apríl.
Deil á Facebook