Eiðis kommuna
Tað er deildarleiðarin á Korndalsbýlinum, Tórgerð Jallgrímsdóttir, sum eisini er instruktørur í fyrstuhjálp, ið hevur staðið fyri skeiðnum. Skeiðið er ein liður í at fáa fyrstuhjálp á eitt trygt og varandi støði í VEKS. Ætlanin er at skipa fyri regluligum og afturvendandi skeiðum. Málið er 3. hvørt ár.
Skeiðini eru liður í yvirskipaða málinum um viðlíkahald og menning av fakliga grundarlagnum í VEKS. “Við at miðja móti støðugari læru og førleikamenning, gerst VEKS ein tryggari tænastuveitari, hjá okkara borgarum”, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS.
Deil á Facebook