Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2026 13:58

Vegastrekkið er framvegis sperrað

Dagføring kl. 13:55

Føroya Politi boðar fyri løtu síðani frá, at, vegastrekkið, sum er nevnt niðanfyri, er framvegis sperrað.

Landsverk er byrjað at vaska oljuna av vegnum, men enn ber ikki til at siga, hvussu leingi arbeiðið kemur at taka.

Vit kunna aftur, so skjótt sum partar av strekkinum verða latin upp fyri ferðslu.

Hesi vegastrekkir sperrað í løtuni:

– Millum Skála og Skálafjørð

– Millum Skálafjørð og Skipaneskrossin

– Millum Skipaneskrossin og Leirvík

Heitt verður á allar bilførarar um at vísa størsta varsemi á strekkinum!