Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, út á seinnapartin vaksandi upp í lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, men móti kvøldinum verður samdrigið, stundum regn ella ælaveður, og hann veksur vindin til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s.
Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, tám ella mjørki og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 8 til 13 stig.
Sólarris: 03:49 Sólsetur: 23:13
