Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.10.2026 08:13

Veðrið: Mánadagin 12. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Fyrrapartin veksur vindurin til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, í støðum grovt regn. Seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot og gongur vesturum í vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað, og tað slítur í. Seint í kvøld av ymsum ættum og tað fer aftur at regna.
Í nátt veksur hann aftur til frískan vind upp í strúk, í støðum upp í hvassan vind fyrst av landnyrðingi, sum frálíður eystanfyri lækkar hann niður í sunnan, meðan vestanfyri gongur hann vestur í útnyrðing, 8 til 13 m/s, í støðum 15 m/s, samdrigið og regn, í støðum grovt regn. Hitin 4 til 10 stig.

Sólarris: 08:02 Sólsetur: 18:23