Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Í dag og í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind av norði, 10 til 15 m/s, um middagsleitið í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og vátakava- ella kavaæl. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av norði, 8 til 13 m/s. Hitin millum 0 og +4 stig, í hæddunum niður í -2 stig.