Runavíkar kommuna
Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Hvørt ár verða jólatrøini tendraði umleið fýra vikur undan jólum, og hetta verður millum annað hátíðarhildið við tónleiki og røðum![]()
Í ár tendra jólatrøini 28. og 29. november. Brandbilurin vitjar eisini við øllum jólamonnunum í. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað![]()
Skráin er hendan:
Leygardagin 28. november 2026
13:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. – Tórbjørn Jacobsen heldur røðu.
16:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Saltangará (Gula Smiðja).
– Vanja Justinussen heldur røðu.
18:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Skála.
– Sára Mrdalo heldur røðu.
19:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Skálafirði.
– Sigrid J. Dalsgaard heldur røðu.
Sunnudagin 29. november 2026
13:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Rituvík.
14:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Lamba.
14:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Søldafirði.
– Malan Rasmussen heldur røðu.
15:15 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Skipanesi.
– Jórun Pólsdóttir heldur røðu.
16:15 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Funningsfirði.
– Gerhard Mikkelsen heldur røðu.
17:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Elduvík.
– Hanus í Gørðum heldur røðu.
18:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Funningi.
– Tórbjørn Jacobsen heldur røðu.
19:15 Jólatræið og jólabygdin verða tendrað og brandbilurin vitjar í Æðuvík.
– Alti Arnfinsson Thomassen heldur røðu.