Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt ælið.
Seinnapartin veksur vindurin til frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, tað dregur á luftina til samdrigið og sum frálíður driv ella regn. Hitin 6 til 11 stig.
Í nátt minkar aftur til frískt lot til frískan vind framvegis av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.
Sólarris: 04:21 Sólsetur: 22:26
