Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.
Frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á seinnapartin fer í sunnan og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum nógv regn. Í nátt fer hann í útsynning og tað slítur í. Fyrrapartin í morgin frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.
Sólarris: 06:27 Sólsetur: 20:21