Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Lot til frískt lot sunnan og av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og kanska okkurt ælið, í støðum mjørki. Í kvøld veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 11 til 16 stig.
Sólarris: 03:51 Sólsetur: 23:12
