Veðrustova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Frískur vindur upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkar niður í lot til frískt lot sunnan og av útsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, men eisini sól í støðum, sum frá líður samdrigið og regn. Í kvøld veksur hann vindin upp í frískan vind upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, serliga sunnanfyri. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk vind av útsynningi, 8 til 13 m/s, norðanfyri lot til frískt lot norðan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 6 og 11 stig.
Deil á Facebook