Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2026 08:25

Veðrið: Mikudagin 25. november

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Út á fyrrapartin veksur vindurin eitt skiftið upp í skrið, 18 m/s. Seinnapartin sunnan og vindurin miknar líðandi niður í lot til frísk lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum okkurt grovt æl. Í kvøld frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt æl. Í nátt frískur vindur upp í strúk av landsynningi ella suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Út á fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, skýggjað og okkurt æl. Hitin 4 til 9 stig.

Sólarris: 09:05 Sólsetur: 15:20