Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2026 08:47

Rósan til HM í Osaka

Mynd: Fimleikafelagið Støkk

Fimleikafelagið Støkk

Kvinnuliðið Rósan er komið til Osaka í Japan, har tær luttaka í HM í estetiskum fimleiki.

Tær hava eisini havt tíð at uppliva nakað av Osaka. Tær hava vitjað Osaka Castle, gingið ein túr í Dōtonbori og tikið eina felagsmynd við víðagitna Glico-skeltinum.

Í morgin, hósdagin 26. november, fara tær á gólvið í innleiðandi kappingini í Ohama Daishin Arena. Vit gleða okkum at síggja tykkum kappast og ynskja tykkum bestu eydnu!

Tað ber til at fylgið við beinleiðis her