Veðrustova Føroya
Tað er vindávaring fyri Ytribankan, Munkagrunnin, Fugloyarbankan og Íslandsryggin.
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin, skrivað kl 9:00 UTC
Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður við vátakava ella kava. Hitin verður millum 2 kuldastig og 4 hitastig. Fyrrapartin í morgin minkar vindurin niður í frískan vind upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og fyri tað mesta turt. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig.
Landsverk ávarar í morgun um nógvan vind og háiku.
