Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.10.2023 08:10

Veðrið í dag

Skálafjørðurin í morgun (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Veðurstova Føroya

Lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, sólglottar og yvirhøvur turt.

Seint seinnapartin veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið ella regn í støðum.

Hitin í dag millum 6 og 10 stig. Mikudag fyrrapart frískur vindur upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður hvassur vindur í støðum, 15 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin um 9 stig.