Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.07.2026 08:33

Veðrið: Hósdagin 9. juli

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s. Skýggjað við sólglottum, í støðum mjørki og regn ella ælaveður. Seinnapartin klárnar til hálv- ella smáskýggjað, í støðum mjørki, og kanska okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 15 stig.

Sólarris: 03:56 Sólsetur: 23:07