Mynd: Kvf.fo
Kelda: KVF
Vit eiga at taka hetta í størri álvara, heldur Regin Joensen, sum ásannar, at sjógvurin er munandi fløddur tey árini, hann hevur búð í bygdini
Vit kunnu roknað við, at sjógvurin fer at fløða næstu nógvu árini. Tað eru flestu granskarar á einum máli um.
Men tað eru eisini tey, sum halda, at ikki er neyðugt at bíða eftir veðurlagsbroytingunum. Tær síggjast longu nú.
Regin Joensen hevur alt sítt lív búð Undir Gøtueiði. Hann eigur nógv spor við bátahylin, og har hevur hann sæð týðuligar broytingar.
Heilt ítøkiliga er vatnstøðan Undir Gøtueiði hækkað 20 til 23 sentimetrar hesi árini.
Sjálvur hevur hann ikki gjørt sær nógvar tankar um, hví sjógvurin er fløddur, men heldur henda gongdin fram, eru nógv viðurskifti, sum skulu broytast, vísir Regin Joensen á.
Hoyr alla samrøðuna her: https://kvf.fo/gmf?sid=145160
Deil á Facebook