
Søkt verður eftir varaleiðara til Frítíðarskúlan við Stórá, at byrja 1. febuar 2023, ella skjótast tilber. Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 115 frítíðarskúlabørn, harav 2. floks børnini eru fyri seg, í Frítíðarhúsinum Elsa Súsanna, á Glyvrum.
Sum varaleiðari kannst tú velja, at starvast í 1. floks toyminum í Rituvík, ella saman við 2. Floks toyminum í Frítíðarhúsinum Elsa Súsanna, á Glyvrum. Eisini kemur tú at hava fyrisitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur, saman við leiðarnum og røkja leiðsluuppgávur, tá leiðarin er burturstaddur.
Starvið er 30 – 35 tímar um vikuna, harav 5 til 10 tímar eru avsettir til leiðsluuppgávur. Arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.00 – 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, á lønarstigi 11-22, + 2 lønarstig
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Er útbúgvin námsfrøðingur
- Er áhugaður í og førur fyri at taka leiðsluábyrgd á teg eftir tørvi
- Er áhugaður í, at arbeiða við børnum í aldrinum 6 – 9 ár
- Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
- Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum. Og spennandi tilboðum til hendan barnabólk, í einum tryggum og góðum umhvørvi.
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
- Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
- Tíð til leiðsluuppgávur
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. Desembur 2022.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar Kommuna skyldu til, at fáa barnaváttan til vega, aðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her:
https://app.jobmatchprofile.com/2f6g3q/runavikar-kommuna/h3ecqs/fos/varaleiari
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf. 216630