Signa Mrdalo av Glyvrum var í gjár uppi til sveinaroynd sum kosmetikari á yrkisskúlanum NEXT í Ishøj. Úrslitið var framúr: Hon fekk gullmedalju og skrivaði samstundis skúlasøgu.
Signa er tann fyrsta á spa- og wellness-breytini, sum hevur fingið gullmedalju, síðani skúlin fór at bjóða hesa yrkisútbúgvingina fyri umleið 35 árum síðani. Hon er samstundis tann triðja yvirhøvur á skúlanum, sum hevur fingið henda heiður.
