Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2024 08:13

Vanlukka á Naddoddi kravt eitt mannalív

Mynd: Säny Blaser

Syrgiliga hendingin við Naddoddi í Noreg hevur kravt eitt mannalív. Tað veit KVF at siga í morgun.

Tað var í gjárskvøldið at seksæringurin Naddoddur, sendi út neyðarkall, tá báturin var komin í havsneyð, í Stad nærhendis Ålesund í Norra. Ringt veður var á leiðini, uml. 25 metrar um sekundið, sunnan, og fitt av aldu, sum var upp í fimm metrar høg.

Fimm av manningini, sum taldi seks, sluppu í gummibjargingarbát og vórðu síðani tikin upp við tyrlu og fingin til lands. Sætti persónurin, ein kvinna í 20-unum úr Meksiko, búsitandi í USA hevur latið lív.

Ein av manningin er kendi havrógvarin, Livar Nysted úr Hvannasundi sum er bjargaður. Hini fýra fólkini eru øll úr Sveis.

Naddoddur legði frá landi á Tvøroyri leygardagin klokkan 15, og ferðin gekk væl til týskvøldið, tá ið veðrið gjørdist ringt, og seksæringurin holvdi.