Tíðindaskriv/ Eystanljóð
Í Eysturkommunu eru vit so heppin at hava bæði kór, sjónleik, spælistøð, tónleikabólkar, rithøvundar og søvn. Tiltøk sprottin úr og borin fram av eldsálum.
Kommunan er ein virkin og avgerandi viðleikari hjá øllum hesum bæði í beinleiðis stuðli og í at veita tíðarhóskandi karmar.
Á valkafeini lodda vit dýpið bæði hjá borgarum og politikarum og seta sjóneykuna á hetta avgerandi virksemið í okkara kommunu.
Bjóðað verður inn til eina øðrvísi og hugnaliga valkafé mánakvøldið 4. november kl. 19.30.
Deil á Facebook