Víkingur skrivar:
Víkingur hevur gjørt eina tvey ára avtalu við strandingin Martin Johansen.
Martin, sum verður 23 ár hvørja løtu, er ein sera spennandi álopssinnaður leikari. Martin er lítlibeiggi Jákup, sum vit longu kenna, og um hann leggur líka nógv fyri dagin, sum stóribeiggin ger, so verður spennandi at fylgja menningini.
Vit hava havt eyguni eftir Martin í longri tíð og fegnast um at hann nú verður at síggja í Sarpugerði til dagligt.
Hjartaliga vælkomin Martin, og takið nú væl ímóti honum