Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.10.2022 11:25

Valfundurin í Miðnámi á Kambsdali (Myndir)

Myndir: Eysturoyarportalurin

Í morgun kl 10.00 var valfundur hildin á Miðnámi á Kambsdali í samband við Fólkatingsvalið 31. oktober.

Nógv fólk var møtt upp, bæði næmingar, politikkarar og onnur við áhuga, at hoyra hvat umboðini fyri flokkarnar høvdu at bjóða. Allir flokkar, uttan Sjálvstýri, vóru umboðaðir á fundinum.

Valfundurin vardi í góðar tveir tímar, og var serliga “hæddarpunkti” á fundinum, tá Anita á Fríðriksmørk og Sjúrður Skaale fóru í “hørnatøkir” um pening úr Danmark. Tá líktist fundurin einum orduligum veljarafundi, sum í góðum gomlum døgum.

Annars var tað ein áhugaverdur og lívligur fundur, hóast sogið onkuntíð kundið tykjast nakað tunt.

Eysturoyarportalurin var á fundinum og tók nakrar myndir. Sí niðanfyri: