Tíðindaskriv/Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan ger á hvørjum ári uppgerð yvir útlátið av vakstrarhúsgassi. Í nýggjari frágreiðing verður tikið saman um uppgerðina fyri tíðarskeiðið 1990-2025.
Hóast tað samlaða útlátið ikki er broytt stórvegis frá 2024 til 2025, eru nógvar broytingar í einstøku bólkunum. Eins og ofta áður ávirka útlendsku fiskiskipini heildarmyndina. Um útlát frá útlendskum fiskiskipum ikki verða tald við, er hækkingin í samlaða útlátinum 4,8 %, sum svarar til eini 45.800 tons av CO2 eindum.

Mynd: Samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2025, í tons av CO2eindum.
Uppgerðin undan hesari vísti, at í 2024 í mun til 2023 minkaði nýtslan av olju, og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi hjá øllum brúkarum. Henda jaliga gongdin helt tó ikki inn í 2025. Útlátið er økt í fleiri bólkum, meðan tað í øðrum er minkað. Hyggja vit nærri, eru størstu broytingarnar millum 2024 og 2025 hesar:
| Útlátið økt: | Útlátið minkað: | ||
| Elframleiðsla | 22 % | Útlendsk fiskiskip | – 28 % |
| Føroysk fiskiskip | 13 % | Húsarhald | – 15 % |
| Ídnaður | 6 % | Handlar og stovnar | – 11 % |
| Akfør | 5 % | Nýtsla av F-gassi o.ø. | – 6 % |
| Onnur skip | 6 % |
Myndin niðanfyri vísir gongdina í ymiskum útlátsbólkum, sum brenna olju (og burturkast), árini 1990-2025. Sum nevnt er ymisk hvussu gongdin hevur verið hjá ymiskum brúkarum av olju.

Mynd: Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi hjá brúkarabólkum, sum brenna olju, tíðarskeiðið 1990-2025. Útlendsk fiskiskip eru íroknað.
Gev her gætur, at uppgerðin er gjørd sambært altjóða vegleiðingini hjá Millumtjóða veðurlagsráðnum IPCC, sum byggir á territoriala princippið, t.v.s. at uppgerðin einans fevnir um bunkringar í Føroyum. T.e. at olja, sum útlendsk fiskiskip keypa í Føroyum, telur við, meðan olja, sum føroysk fiskiskip keypa uttanlands, ikki telur við.
Vilt tú vita nærri um útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum, um keldurnar, um gongdina og um orsøkir til at útlátið antin hækkar ella lækkar, er eitt gott mið at taka niður okkara nýggjastu Frágreiðing um útlát av vakstrarhúsgassi 1990-2025
Í Vitanargrunninum finnur tú høvuðstølini frá uppgerðini: Útlát av vakstrarhúsgassi – Umhvorvisstovan
