Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.04.2023 07:19

Vælkomin i Ullarteltið fylt við gulli

Mynd: Bindifestivalurin

Í dag letur forkunnuga Ullarteltið upp í Fuglafirði við yvirskriftini ‘Ull er Føroya gull – hava vit gloymt tað?’. Tað er í sambandi við Bindifestivalin, sum verður í døgunum 20.-22. apríl, at Ullarteltið letur upp, og tað er alment og ókeypis. Teltið er opið hvønn dag frá kl. 10-17. Verkstovur á hálvan tíma hvør, byrja kl. 11 og verða á skrá gjøgnum allan dagin til kl. 16.

Stórar mongdir av vaskaðari og óvaskaðari ull verða at síggja, lukta og føla í Ullarteltinum. Tað verður gjørligt at royna seg við at karða, spinna við handsnældu, binda beint úr ull og at nappa ull undir kønari leiðslu av verkstovuhaldarunum.

Eisini verður gjørligt at hugna sær í kaffikrókinum við einum dussi til keyps og at ogna bøkur um binding og ull.

Fyriskipararnir bjóða øllum føroyingum inn í Ullarteltið í Fuglafirði, sum verður fylt við Føroya gulli hesar dagarnar.