Sunda kommuna
Regatta verður í Hósvík 14. august 2026
Regatta verður fríggjadagin 14. august, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar. Kappróðrarbátar loysa kl. 12:00 og aðrir bátar kl. 12:30. Vænta verður, at bátarnir koma til Hósvíkar um 15 tíðina.
Ynskir tú at taka lut í Regatta, kanst tú melda til her
Til Regatta upplivir tú ein góðan túr suður gjøgnum Sundalagið, har alskins sløg av bátum luttaka. Á Eiði er atgongumerkjasøla og kiosk frá kl. 10, meðan fólkið riggar til í bátunum.
Í ár er tað Eirikur í Jákupsstovu, løgtingslimur, sum setur Regatta, áðrenn loyst verður.
Við í siglingini í ár verða bjargingarbátarnir Vón, Sverri, East og Lív. Stórur dentur verður lagdur á trygdina undir siglingini, tí verður heitt á øll um at vísa góðan sjómanssið.
Nógv kappróðrarfólk manna sær bátin og rógva allan teinin av Eiði til Hósvíkar. Hetta er ein sera góður máti at enda kappróðrarárið uppá. Seinastu árini hava flestu róðrarbátarnir støðga á Grønhólmi. Har plaga tey at kvøða og leggja síðani leiðina til Hósvíkar.
Í Hósvík taka hósvíkingar ímóti øllum gestum, bátum og húsvognum. Hugnaliga Hósvíkin gerst karmur um eitt sera hugnaligt kvøld við góðum mati frá Matsmiðjuni við Ruben Busk uppi í Bygdarhúsinum.
Sí alla skránna fyri Rehatta her
Vit gleða okkum at síggja tykkum.