Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.03.2025 20:23

Væleydnað FM í inniróðri farið um bak

Mynd: Róðrarsamband Føroyar

Róðrarsamband Føroyar

Tað var við stórum spenningi at RSF bjóðaði øllum vælkomin til størsta inniróðrartiltakið, sum hevur verið í Føroyum. Fyrireikingarnar gingu væl, har fleiri kappróðrarfeløg vístu stóra vælvild at lána rógvimaskinur og aðra útgerð til tiltakið. Aftur í ár stuðlaði Sunda kommuna okkum við at lata okkum hava tiltakið í ítróttar-høllini við Streym, sum er eitt tað besta hølið í landinum til eina tílíka kapping. Her skal hallarvørðurin og reingerðarfólk í høllini fáa eina serstaka tøkk fyri teirra hjálpsemi.

Fyrsta kappingin byrjaði stundisliga klokkan 10.00 og helt tíðarætlanin ígjøgnum allan dagin, og er tað  serliga Ulrik Andersen at takka, sum hevur ment KT-skipanina, sum stýrir kappingunum og úrslitununum, umframt stroyming á netinum.

Rógvararnir vístu seg at verða sera væl fyri í ár, og vóru tað nógvar sera spennandi kappingar í gjøgnum dagin. Á fyrsta sinni varð kappast í 500 metrar sprint, har 34 rógvarar høvdu meldað til. Føroyskir rógvarar hava í nógv ár klára seg væl á sprintteinunum í altjóða kappingum, og verður hetta ein partur av inniróðrarkappingunum í heyst.

Vit endaðu dagin við liðkappingunum hjá børnum og vaksnum. Hesar kappingarnar fáa áskoðararnar at kóka, sum dríva á síni lið. Tað er ein sera stuttligur at enda dagin uppá, har áleið 400 íðkandi og áskoðarar høvdu vitja í gøgnum dagin.

RSF vil hervið takka luttakarum, áskoðarum og stuðlum fyri íkast til dagin.