Nakað áðrenn kl. 07.00 í morgun fekk MRCC boð um, at ein útróðrarbátur var uppsteðgaður í Nólsoyarfirði.
ARUN – gamli Ziska – sum tey hjá Norðoya Bjargingarfelag eiga, men hevur útlánt til Havnina meðan Rescue LÍV er í Svøríki har hann verður dagførdur, var sendur avstað og sleipaði útróðrarbátin inn á Havnina.