Stutt fyri middag í dag fekk MRCC boð um, at ein útróðrarbátur, sum var staddurvestur úr Kirkjubønesi, hevði fingið maskinbrek og tørvaði hjálp.
Skjóttgangandi báturin hjá Tjaldrinum var sendur avstað, og sleipaði útróðarbátin inn á Havnina.
Tað tók í alt 3 tímar, frá tí at boðini komu inn og til teir vóru komnir á Havnina.