Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.08.2024 11:38

Útflutningurin av fiskavørum minkaður 159 milliónir krónur

Hagstovan

Fyrra hálvár í 2024 hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,5 milliardir krónur. Tað eru 158,7 milliónir krónur, minni enn fyrra hálvár 2023.

Útflutningurin fyri fyrra hálvár 2024 er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyrra hálvár 2024 samanborið við fyrra hálvár 2023.

Minkingin í bólkinum “Ikki fiskur” stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 405 milliónir krónur. Virðið er vaksið við 16,5 prosentum og nøgdin er vaksin við 21,1 prosenti.

Aðrar vørur sum toga útflutningin uppeftir eru toskur, makrelur og fóður. Toskaútflutningurin er vaksin 54 milliónir krónur, ella 10,5 prosent.

Seinastu tíðina hevur vøkstur verið í útflutninginum av fóðuri, lýsi og fiskamjøli, men fyrra hálvárið 2024 er fiskamjølið minkað við 111,6 milliónum krónum og lýsið við 68,4 milliónum krónum í mun til fyrra hálvár 2023.  

Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

Januar – juni 2023/2024

 januar – junimunur
 20232024mió. kr.%
Tilsamans6.197,45.909,6-287,9-4,6
Fiskavøruútflutningur5.706,85.548,1-158,7-2,8
00900 – Laksur2.456,22.861,1405,016,5
01200 – Svartkjaftur92,249,9-42,3-45,8
01300 – Toskur515,9569,954,010,5
01500 – Hýsa120,786,8-33,9-28,1
02100 – Upsi163,3138,5-24,9-15,2
03600 – Sild261,6143,0-118,7-45,4
03800 – Makrelur401,7409,27,51,9
04001 – Lodna185,219,4-165,8-89,5
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði306,8252,3-54,5-17,8
08601 – Fóður288,8291,83,01,1
09700 – Fiskamjøl505,3393,7-111,6-22,1
09800 – Lýsi102,734,3-68,4-66,6
Annar fiskur306,3298,0-8,3-2,7
Ikki fiskur490,7361,5-129,2-26,3

Kelda: Hagstova Føroya

Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

Januar – juni 2023/2024

 januar – junimunur
 20232024tons%
Tilsamans398.492,7333.903,3-64.589,4-16,2
Fiskavøruútflutningur354.095,2296.829,7-57.265,5-16,2
00900 – Laksur31.022,737.575,86.553,121,1
01200 – Svartkjaftur32.798,222.791,6-10.006,6-30,5
01300 – Toskur10.013,711.174,11.160,311,6
01500 – Hýsa4.829,63.767,3-1.062,3-22,0
02100 – Upsi3.974,84.991,11.016,325,6
03600 – Sild32.476,616.867,6-15.609,0-48,1
03800 – Makrelur30.197,328.165,0-2.032,4-6,7
04001 – Lodna21.492,42.784,3-18.708,1-87,0
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði112.733,4105.605,5-7.128,0-6,3
08601 – Fóður17.810,818.782,5971,75,5
09700 – Fiskamjøl38.735,331.940,5-6.794,8-17,5
09800 – Lýsi4.364,21.207,9-3.156,4-72,3
Annar fiskur13.646,011.176,7-2.469,3-18,1
Ikki fiskur44.397,537.073,5-7.324,0-16,5

Kelda:Hagstova Føroya

Spjaldur