Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2026 09:36

Janus Open III: Føroya størsta talvkapping á Eiði

Á myndini síggjast Baldur Bjarnason Jørgensen telva ímóti Hallgerdur Helga Thorsteinsdottir

Um bert tríggjar mánaðir verður Kolshøll á Eiði aftur karmur um Føroya størstu talvkapping.

8. – 10. januar 2027 verður Janus Open III – eitt stórt og hugnaligt talvvikuskifti fyri bæði nýbyrjarar og royndar telvarar, børn og vaksin.

Allir luttakarar fáa ókeypis mat millum umførini, umframt kaffi og køku gjøgnum vikuskiftið.

Ætlar tú tær við, so er at melda til nú:

https://www.janusopen.fo/fo/tilmelding

Vit gleða okkum til Janus Open III – meira enn bara ein talvkapping!